
Úrslitatænastan hjá Kringvarpinum ger ikki forsøgnir – prognosur – í sambandi við uppteljingina í kvøld.
Men einastaðni í landinum sita tveir tal-nørdar og tasta valúrslitini inn og gera sínar egnu prognosur á Facebook-vanganum Valforsagnir, sum teir sjálvir siga, eru rættiliga væl grundaðar.
Talan er um Regin Reinert og Flóvin Eidesgaard, ið báðir eru talknúsarar, og hava arbeitt við hagfrøði og veljarakanningum.
Fyrsta progonosan frá teimum varð gjørd kl. 20.55 og byggir á 28 valstøð.
Teirra forsøgn sigur, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fara at vinna:
Prognosan:
A Fólkaflokkurin 17,3%
B Sambandsflokkurin 28,7%
C Javnaðarflokkurin 25,8%
E Tjóðveldi 17,5%
F Framsókn 5,0%
H Miðflokkurin 5,7%
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald