Janet Yellen var eftir eina atkvøðugreiðslu í amerikanska senatinum í nátt góðkend sum nýggj ráðkvinna við fíggjarmálum, skrivar AFP-tíðindastovan.
Tað var nýggi demokratiski forsetin, Joe Biden, sum tilnevndi Yellen til henda týdningarmikla sess í amerikansku stjórnini.
74 ára gamla Janet Yellen verður sostatt fyrsta kvinnan, sum fær ábyrgdina av fíggjarmálum í amerikansku stjórnini.
Hon hevur fyrr eisini verið fyrsta kvinnan, sum var ovasti fyri amerikanska miðbankan.
Áðrenn atkvøðugreiðsluna mánadagin hevði fíggjarnevndin í senatinum einmælt góðkent tilnevningina eftir eina hoyring í nevndini.
- Eg eri á nógvum økjum ósamdur við Yellen, serliga viðvíkjandi skattapolitikki, men hon hevur lovað, at hon fer at samstarvs við okkum, segði republikanski senatorurin, Mike Crapo sambært Reuters eftir fundin í fíggjarnevndini fríggjadagin.
Yellen fær nú ein avgerandi leiklut í fíggjarpolitikkinum hjá Joe Biden, ið er hart ávirkaður av koronafarsóttini. Fyrsta uppgáva hennara verður at finna fram til eina semju við kongressina um ein nýggjan kreppupakka á 1.900 milliardir dollarar, sum Joe Biden hevur skotið upp fyri at endurreisa búskapin.
Biden segði í gjár, at hóast hann helst vildi havt eina breiða semju við báðar flokkar til uppskot sítt, so er ein skjót avgerð av størri týdningi.
- Um vit ikki seta ting í verk nú, so fara vit at missa so nógv í arbeiðsplássum og búskparvøkstri, at tað verður trupult at reisa okkum aftur, segði forsetin.
- Vit hava ráð til at gera hetta nú. Í veruleikanum hava vit ikki ráð til ikki at gera íløgurnar nú, segði hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald