(Mynd kemur seinni - vit hava tekniskar trupulleikar við myndaskipanini)
Stóra amerikanska flogverksmiðjan Lockheed Martin hevur nú valt rakettina, sum skal brúkast tá fyrsta rakettin hjá teimum verður skotin út av støðini hjá Shetland Space Senter á oynni Unst norðast í Hetlandi.
Farið kallast RS1 og skal veitast frá ABL Space Systems í El Segundo í Kalifornia. Gongur alt eftir ætlan, verður fyrsta rakettin send út komandi ár, skrivar BBC.
Loockheed ger hesa rúmdarverkætlanina, tí stórur eftirspurningur er eftir at fáa sent fylgisveinar – onkrir ikki størri enn ein skógvaeskja – í ringrás um jørðina.
Lockheed fekk í 2018 23,4 milliónir pund frá bretsku stjórnini til at menna eina rúmdarverkætlan, sum ætlandi skuldi vera á A’Mhoine hálvoynni í Sutherland, norðast í Skotlandi, men áhugin er nú fluttur til Hetlands ístaðin.
Nú er so felagið ABL Space Systems komið við í ætlanina.
Enn er RS1 rakettin hjá teimum ikki roynd, heldur ikki í USA, men tað hendir væntandi senni í vár.
27 metra høga rakettin er í tveimum, brennir petroleium (kerosin) og flótandi súrevni. Mett verður, at rakettin kann bera eitt tons upp í 500 kilometra hædd.
Tað verður mett at norðasta oyggin í Hetlandi er eitt gott stað at brúka til útsending, tí um útskjótingin miseydnast, so endar rakettin á sjónum, skrivar BBC.
Føroya Tele samstarvar við Shetland Space Center um at gera eina støð í Føroyum, ið tekur niður dátur frá rakettunum í sambandi við útskjótingarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald