Fyrsta rakettútskjóting í eygsjón

Hetlendingar rokna við, at rakettútskjótingarstøðin á Lamba Ness, bert 125 fjórðingar úr Akrabergi, verður klár í oktober

(Mynd: Shetland Space Sentre)

(Mynd: Shetland Space Sentre)

2022-04-09 19:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hetlendingar hava ætlanir um at hava fyrstu veruligu rakettútskjótingarstøð klára til útskjóting longu í oktober mánaði

Endaligu loyvini at byggja eina rakettútskjótingarstøð í Hetlandi komu upp á pláss um mánaðarskiftið, og arbeiðið at byggja støðina er longu farið í gongd.

Arbeiðið skal ganga skjótt fyri seg, tí longu í oktober mánaði er ætlanin, at tann fyrsta rakettin skal skjótast upp frá rakettútskjótingarstøðini við navninum SaxaVord UK Spaceport, sum verður fyrsta útskjótingarstað á bretsku oyggjunum, og helst í Evropa eisini.

Talan verður um at skjóta smærri rakettir, sum kunnu flyta smáar fylgisveinar, serliga til samskiftisídnaðin, út í ringrás um jørðina.

Lamba Ness er landnyðringshornið í Hetlandi, har tað inntil kalda kríggið var av lá ein radarastøð hjá Royal Air Force, sum eisini bar navnið Saxa Vord.

Tað eru longu fleiri rakettbyggjarar, sum hava víst rakettstøðini í Hetlandi áhuga. Eitt nú risastóra amerikanska fyritøkan Lockheed Martin, sum hevur bílagt ta fyrstu rakettútskjótingina, sum eftir ætlan verður longu í oktober.

Lamba Ness liggur umleið 125 fjórðingar ella 325 kilometrar í ein landsynningeystan út Akrabyrgi.

Les meira og sí fleiri myndir ókeypis í Blaðnum Vikuskifti


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder