Uttanlands

Fyrsta saudiska kvinnan í rúmdini

Varð skotin upp sunnudagin – málið er ISS rúmdarstøðin

Rayyanah Barnawi er granskari í upprunakyknum

Rayyanah Barnawi er granskari í upprunakyknum

2023-05-23 09:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanska rúmdarfyritøkan Axiom Space skjeyt sunnudagin upp eina SpaceX-rakett móti altjóða ISS rúmdarstøðini.

Umborð eru millum annað tveir saudiarabar – ein kvinna og ein maður.

Talan er um fyrstu saudiarabar, sum eru í rúmdini síðan ein saudiskur prinsur var umborð á Discovery í 1985, skrivar AP.

Rayyanah Barnawi, sum granskar í upprunakyknum (stamcellum) er harumframt fyrsta kvinnan úr Saudiarabia í rúmdini. Landsmaður hennara, Ali al-Qarni er útlærdur stríðsflogskipari.

Ferð teirra er fíggjað av saudisku stjórnini. Onki verður upplýst um, hvussu nógv Saudiarabia hevur goldið fyri tey bæði, men fyrr hevur Axiom Space upplýst, at kostnaðurin fyri ein ferðasseðil er 55 milliónir dollarar pr. persón.

Umborð er eisini amerikanski vinnulívsmaðurin, John Shoffner og skipari er royndi rúmdarfarin Peggy Whitson, sum fyrr hevur verið knýttur amerikanska rúmdarfelagsskapin, Nasa.

Rakettin varð skotin út sunnukvøldið frá Kennedy Space Center í Florida og roknað verður við, at tey fýra eru úti hjá ISS rúmdarstøðini einaferð í dag. Ferð teirra tekur umleið tíggju dagar.

Talan er um næstu vinnuligu mannaðu rúmdarferðina út á ISS. Ein líknandi ferð varð gjørd fyri einum góðum ári síðan, skrivar finska kringvarpið Yle.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder