18 ára gamla Tamara Malena Mneney úr Fuglafirði hevur júst givið út sítt fyrsta staklag. Við 60'ara stílinum og eitt sindur av motown verða vit drigin inn í hetta orkuríka lagið, ið tekur seg væl fram. Hesin stílurin er ikki vanligur á føroyska tónleikapallinum, og tað er kanska serliga áhugavert at hoyra hendan stílin frá einari 18 ára gamlari gentu.
Tamara hevur skrivað lagið Colorblind saman við vinmanninum Benjamin Djurhuus, og hevur fingið Pætur Gerðalíð at framleiða lagið saman við Pætur Larsen. Síðani hevur Pætur Gerðalíð eisini miksað og mastrað lagið.
Tónleikarnir eru: Pætur Larsen, keyboard, David Simonsen, bass, Jósef Heinesen, trummur og Pætur Gerðalíð, el gittara.
Tamara hevur ætlanir um at geva fleiri løg út ið koma út seinni í árinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald