
Í desember í fjør varð sáttmálin millum Kvívíkar kommunu og Sp/f Grettir undirskrivaður, og fyrsti spakin til ellisheimið í Leynum varð settur í.
Lendisarbeiðið fór í gongd fyrst í hesum árinum, og skuldi tað eftir ætlan verið liðugt á sumri í ár.
Kvívíkar kommuna skrivar á heimasíðuna, at arbeiðið hevur gingið væl, men at tað hevur verið tarnað av koronu og nógva kavanum, sum lá síðsta vetur.
Arbeiðið er væl frágingið og varð avhendað uttan manglar 1. desember. Kommunan væntar, at útbjóðing av næsta byggistigið, sum er sjálvur bygningurin, er klárt at bjóða út tíðliga í vár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald