Í kvøld kl 20 verður fyrsta almenna sýningin av føroyska spælifilminum ”Illir andar”, sum Pablo Merin hevur skrivað og leikstjórnað, og sum Havnar Sjónleikarfelag hevur framleitt.
Nevndin í Havnar Sjónleikarfelag hevði leingi tosað um at gera film. Tí var tað sera kærkomið, tá Pablo Merin í 2015 vendi sær til teirra við fyrispurningi um at brúka Sjónleikarhúsið til location til spælifilmin ”El imaginarium de Bruno Domenich”. Tað gekk tó skjótt, so varð ´location´ broytt til ´framleiðslufelag´, og filmurin ”Illir andar” byrjaði at fáa skap. Fyrst við casting í 2016, síðan við upptøkum og eftirframleiðslu í 2017/18
Og 6. desember í fjør – í 100 ára jubileum felagsins, var filmurin frumsýndur.
Hetta er ein føroyskur spenning-spælifilmur, sum vendir sær til breiða áskoðarafjøld.
Ein tíðarhóskandi filmur, tikin upp í einum umhvørvi, sum flestu føroyingar kenna, men við óhugna og ófrættarámi.
Nú verða so almennar sýningar í Sjónleikarhúsinum.
Og at sita í salinum, og síggja filmin, har sum hann er tikin upp, má sigast at vera nakað heilt serligt og forkunnugt hjá áskoðarunum.
Sí brellbita omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald