Mentan

Fyrsta undanumfar í Barnaprix í morgin

Undanumfør vera í Havn, Klaksvík og Runavím – finalan verður 25. mai

Angela Petersen og Vár Berghamar Jacobsen eru vertir fyri Barnaprix

Angela Petersen og Vár Berghamar Jacobsen eru vertir fyri Barnaprix

2019-05-03 09:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leygardagin verður Barnaprix á Torginum í SMS. Hetta er fyrsta Barnaprix umfarið í meira enn 14 ár, og undirtøkan er sera góð.

Tað vera 12 børn, sum fara at syngja í SMS í morgin. Børnini eru millum 8-13 ár, og tey hava valt ymsar sangir at framføra.

Afturat Barnaprix luttakarunum verður undirhald við Hip-Hop dansarum, og eisini fer Beinir Troest at framføra.

Trý børn sleppa víðari til finaluna, og tá fara tey at kappast um at framføra á G! Festivalinum, Tórsfestivalinum og á Summarfestivalinum, og afturat tí fáa tey eisini gávukort frá SMS.

Vertirnir til øll umførini eru kend andlit millum bæði børn og vaksin, nevnliga Angela Petersen og Vár Berghamar Jacobsen.

Somuleiðis eru tað roynd fólk innan føroyska tónleikaheimin, sum verða dómarar.

Trý undanumfør vera í sambandi við Barnaprix, og finalan verður í SMS 25. mai. Tað fyrsta undanumfarið verður 4. mai íSMS, tað næsta 16. mai í Atlantis í Klaksvík og tað triðja 18. mai í Løkshøll í Runavík.

Tað er ‘Veia’ við Angelu Petersen, Vár Berghamar Jacobsen og Eir í Ólavsstovu, ið eru fyriskiparar av Barnaprix 2019. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder