Í dag er valdagur í USA, og hóast tey stóru valstøðini ikki verða liðugt tald upp fyrrenn út út ímóti morgni føroyska tíð, og endaliga úrslitið ikki fyriliggur fyrrenn í fyrsta lagi tá, so eru nøkur úrslit longu til reiðar.
Tað fyrst úrslitið fyrilá stutt eftir midnátt amerikanska tíð. Í lítla Dixville Notch í statinum New Hampshire hava tey síðani forsetavalið í 1960 havt eina sokallaða "Midnight Vote", har tey við valrætti, sum ynskja at velja, savnast beint áðrenn midnátt á valstaðnum og greiða atkvøðu beinanvegin, tá tað letur upp.
Kappast verður við Millsfield og Harts Location, sum eisini eru heilt lítlir býir í New Hampshire, um at verða fyrst við valúrsltinum. Í Millsfield atkvøddu 21 fólk beint eftir midnátt, og har vann vann Donald Trump við 16 atkvøðum móti fimm hjá Biden.
Tað var tó í Dixville Notch, at valúrslitið fyrst var til reiðar. Tað var tað 00.23 lokala tíð, har valúrslitið varð kunngjørt á Twitter. Joe Biden fekk allar fimm atkvøðurar og vann sostatt á fyrsta valstaðnum - í 1960 fekk John F. Kennedy 100 prosent av atkvøðunum, og tað er ikki hent síðani.
Teir fimm veljararnir valdu eisini demokratiskt til senatið (Cynthia Shaheen) og til umboðsmannatingið (Annie Kuster), men republikanskt til guvernør-valið (John Sununu). Í øllum førunum var munurin 4-1.
12 fólk høvdu valrætt í Dixville Notch, og harvið var valluttøkan undir 50 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald