![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tvey mál eru á skránni í Løgtinginum í dag. Fyrst skal Løgtingið viðgerða uppskot til samtyktar um góðkenning av landsroknskapinum fyri fíggjárárið 2018. Tað málið verður beint í Fíggjarnevndina. Síðani verður ársfrágreiðingina frá Løgtingsins umboðsmanni 2018 viðgjørd. Hetta málið verður beint í Rættarnevndina.
Í báðum førum er talan um fyrstu viðgerð. Tingfundurin byrjar klokkan 11, og eftir viðgerðirnar er framløga á skránni.
Í Rættarnevndini skal millum annað uppskot til løgtingslóg um upplýsing til privatan stuðul til politiskar flokkar, løgtingslimir og valevni takast upp. Í hesum sambandi verður løgmaður við og umboð fyri Fróðskaparsetur Føroya.
Les eisini: Upplýsing um privatan stuðul til viðgerðar
Mentanarnevndin hevur eisini fund fyrrapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald