Innanlands

Fyrsta vígslan hjá borgarstjóranum

Fyrrapartin vóru Katrina Dánjalsdóttir úr Hósvík og Desmond Tobechukwu úr Nigeria gift á kommunuskrivstovuni hjá Sunda kommunu, sum fyribils heldur til í Hósvíkar skúla. Áhugin at blíva giftur í Sunda kommunu er vaksandi

Jógvan Kruse, og brúðarparið Katrina Dánjalsdóttir og Desmond Tobechukwu (Mynd: Sunda kommuna)

Jógvan Kruse, og brúðarparið Katrina Dánjalsdóttir og Desmond Tobechukwu (Mynd: Sunda kommuna)

2022-03-04 16:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrrapartin í dag vígdi borgarstjórin, Jógvan Kruse, Katrina Dánjalsdóttir úr Hósvík og Desmond Tobechukwu úr Nigeria, á kommununuskrivstovuni, ið fyribils heldur til í Hósvíkar skúla.

Hetta man vera fyrsta parið, sum er vígt í Hósvíkar skúla, og samstundis er hetta eisini fyrsta parið, Jógvan hevur vígt í sínum embæti sum borgarstjóri.

Áhugin fyri at blíva giftur í Sunda kommunu er vaksandi, sigur kommunan.

Serliga eru nógvir fyrispurningar frá útlendskum pørum, sum ynskja at verða gift uttandura, í einum av okkara nátturúruperlum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder