Miðskeiðis í november verður ein sera sjáldsom fyrstaútgáva av amerikonsku grundlógini koyrd á uppboðssølu, upplýsir auktiónshúsið Sotheby's í New York.
Hendan útgávan av grundlógini, sum varð samtykt í 1787, varð seinast seld í 1988 fyri 165.000 dollarar (uml. ein mió. í okkara krónum). Men nú verður virðið mett at vera millum 15-20 mió. dollarar (95-127 mió. krónur).
Sambært tíðindastovuni Reuters veit mann um bert 11 fyrstuútgávur av amerikonsku grundlógini, sum framvegis eru til. Eintakið, sum verður sett á uppboðssølu í november, er tað einasta, sum framvegis er á privatum hondum.
Hildið verður, at tað upprunaliga vórðu prentaðar 500 eintøk av upprunaútgávuni av amerikonsku grundlógini – uttan undirskriftir. Í dag er ein fyrstaútgáva av grundlógini, sambært Sotherby's, mett at vera meira sjáldsom enn fyrstaútgávan av amerikonsku frælsisyvirlýsingini frá 1776.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald