Anestesideildini á Landssjúkrahúsinum hevur fingið sín fyrsta anestesisjúkrarøktarfrøðing við serligari framhaldsútbúgving innan barnaanestesi.
Tað er Gerda Mortensen, sum hevur lokið NUBA-útbúgvingina, ið gevur serligar førleikar til at taka sær av børnum, sum skulu undir doyving, skrivar Landssjúkrahúsið.
NUBA stendur fyri Nordisk Uddannelse i Børneanæstesi og er ein eitt ára framhaldsútbúgving, sum kann leggjast afturat útbúgvingini sum anestesisjúkrarøktarfrøðingur.
Gerda Mortensen hevur tikið útbúgvingina partvíst á Landssjúkrahúsinum og partvíst uttanlands, og Elin Jensen, yvirlækni og serlækni í anestesiologi, hevur verið mentor hjá henni undir útbúgvingini.
Gerda hevur nomið sær vitan og førleikar innan barnaanestesi, til børn sum gerast álvarsliga sjúk, skula doyvast til eitthvørt og tað tvørfakliga samstarvið, ið er um børn, sum vera sjúk og innløgd.
Tað at fara á sjúkrahús og undir doyving kann vera ein stór og ókend uppliving hjá einum barni. Tí hevur ein stórur partur av útbúgvingini snúð seg um, hvussu starvsfólk kunnu skapa tryggleika og minka um ótta hjá børnum, skrivar Landssjúkrahúsið.
Gerda hevur fingið ymisk ítøkilig amboð við sær, sum kunnu gera støðuna lættari og tryggari fyri barnið. Tað kann til dømis vera at brúka sápubløðrur, leikur og ymiskar luktir, tá barnið skal hava masku.
Royndirnar vísa eisini, at tá barnið kennir seg tryggari, kann tað ávirka foreldrini jaliga. Fleiri foreldur hava boðað frá, at átøkini gera mun, og at tey sjálvi verða minni óttafull.
Við NUBA-útbúgvingini hevur Landssjúkrahúsið nú fingið enn sterkari førleikar innan barnaanestesi og umsorganina fyri børn og familjur teirra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald