Innanlands

Fyrsti bøkkurin grivin av á nýggju útstykkingini í Sandavági

Talan er um ellivu stykkir samanlagt norðuri í Sørpum. Avtala er gjørd við Maskingrevstur um arbeiðið, ið byrjar beinavegin, og sum helst fer at taka umleið hálvt ár

Í góðveðrinum í morgun varð fyrsti bøkkurin grivin av á nýggju útstykkingini, og var tað borgarstjórin sjálvur, sum sat í maskinuni (vaga.fo)

Í góðveðrinum í morgun varð fyrsti bøkkurin grivin av á nýggju útstykkingini, og var tað borgarstjórin sjálvur, sum sat í maskinuni (vaga.fo)

2022-06-01 18:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri viku síðan undirskrivaðu Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, og Allan H. Hansen frá Maskingrevstur undir sáttmála um arbeiðið at gera útstykkingina norðuri í Sørpum í Sandavági klára til bústaðarbygging.

Talan er um eina útstykking, har pláss skal vera 11 stykkjum tilsamans. Vága kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at 9 grundstykkir vera til sethús, eitt stykki til íbúðarbygging og eitt stykki verður gjørt til parkering. Parkeringsplássið er millum ætlað til Vakstrarhúsið, sum hevur vaksandi virksemi við tiltøkum og sum vakstrarhús til plantuvøkstur og sølu av plantum.

[object Object]Jóanis Albert Nielsen, limur í teknisku nevnd, Bjarni Prior, borgarstjóri og Allan H. Hansen frá Maskingrevstur 

[object Object]
Myndir: Vága kommuna

Í góðveðrinum í morgun varð so fyrsti bøkkurin grivin av á nýggju útstykkingini, og var tað borgarstjórin sjálvur, sum sat í maskinuni, skrivar vaga.fo.

Arbeiðið við útgrevstrinum byrjar beinanvegin, og arbeiði væntast at taka umleið seks mánaðir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder