Uttanlands

Fyrsti danin smittaður við corona

Familjan, sum kom aftur úr feriu í Norðuritalia mánadagin, situr nú avbyrgd í heiminum

Smittaði maðurin arbeiðir hjá TV2 (Mynd: Stine Ramlyng / TV2)

Smittaði maðurin arbeiðir hjá TV2 (Mynd: Stine Ramlyng / TV2)

2020-02-27 06:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt starvsfólk hjá donsku sjónvarpsstøðini TV2, sum hevur verið á skíðferiu í Lombardia í Norðuritalia við familju síni, hevur fingið staðfest, at hann er smittaður við coronavirusinum covid-19.

Tað váttar danska Heilsu- og eldramálaráðið í einum tíðindaskrivi.

- Vit taka nýggju støðuna í størsta álvara. Arbeiðið við at avbyrgja og finna er nú farið í gongd. Vit gera alt vit kunnu fyri at forða fyri, at sjúkan spjaðir seg í Danmark, sigur Magnus Heunicke, heilsu- og eldramálaráðharri.

Smittaði maðurin kom heim til Danmarkar mánadagin.

Fyrrapartin í gjár byrjaði hann at kenna seg sjúkan, og varð kannaður á eini sóttreinari sjúkrastovu á universitetssjúkrahúsinum í Roskilde.

Í nátt kundi Statens Serum Institut so staðfesta, at hann er smittaður við covid-19. Konan og sonurin eru ikki smittað, hóast tey eisini høvdu sjúkueyðkennini.

- Vit eru sjálvandi skelkað yvir, at tað, ið vit hildu var so ósannlíkt, nú er okkara veruleiki, skrivar smittaði maðurin, Jakob Tage Ramlyng, á Facebook.

Familjan er nú avbyrgd í heimi teirra.

- Vit hava gott mót, hóast troytt, høvuðpínu, ilt í hálsinum og hosta. Tað verður óveruligt at skula vera avbyrgdur í tvær vikur, men vit royna at fáa tað besta burturúr, skrivar Jakob Tage Ramlyng.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder