Uttanlands

Fyrsti demokraturin bjóðar seg fram

Rithøvundurin og andaligi ráðgevin Marianne Williamson boðar frá, at hon stillar upp til amerikanska forsetavalið í 2024

Marianne Williamson á valfundi í New Hampshire í 2019 (Mynd: EPA)

Marianne Williamson á valfundi í New Hampshire í 2019 (Mynd: EPA)

2023-03-05 11:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri republikanarar, harímillum fyrrverandi forsetin, Donald Trump, hava longu boðað frá, at teir bjóða seg fram at gerast forsetavalevni hjá flokkinum, tá val aftur verður í 2024, og nú hevur fyrsti demokraturin eisini bjóðað seg fram.

Talan er um Marianne Williamson, ið er rithøvundur og andaligur ráðgevi. Sostatt er hon tann fyrsti demokraturin, sum bjóðar Joe Biden av.

Sitandi forsetin hevur enn ikki alment boðað frá, at hann fer at stilla uppaftur, men 80 ára gamli Biden er tó komin við fleiri ábendingum um hetta.

Williamson sigur, sambært Ritzau, at tað ikki er Biden, hon bjóðar av men skipanina.

Hon bjóðaði seg eisini fram á forsetavalinum í 2020, men sum kunnugt endaði Joe Biden við at gerast valevnið hjá demokratunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder