- Í gjár var ein heilt serligur dagur í Tvøroyrar kommunu, ja í Suðuroynni sum heild, tí fyrsti forskúlin í oynni læt dyrnar upp fyri spentum næmingum og foreldrum.
Soleiðis skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðu sínari
Hin 29. september 2022, eftir tilmæli frá Mentanarnevndini í Tvøroyrar kommunu, samtykti Tvøroyrar býráð einmælt at seta á stovn forskúla. Hesin forskúlin er nú farin í gongd. Hildið verður til í hølum í Trongisvágs skúla, har yngru flokkarnir í fólkaskúlanum eisini halda til.
Jouanita Schrøter Holm, Karin Kristina Eysturberg og Sheila Tjaldrastein Strøm fara at hava sína dagligu gongd í forskúlanum, og tær tóku ímóti saman við skúlastjóranum í Tvøroyrar skúla, Jón Johannesen. Næmingar og foreldur fingu síðani frágreiðing og rundvísing.
Í dag var fyrsti veruligi skúladagurin í Trongisvági.
- Forskúlin er ætlaður sum bindiliðið til fyrsta flokk í fólkaskúlanum. Tá forskúlanæmingarnir koma í fyrsta flokk komandi ár, er vónin at teir hava lætt við at venja seg við tilveruna sum fólkaskúlanæmingar, tí ein stóran part av tí, ið teir her koma at hoyra um, hava teir longu hoyrt um í forskúlanum. Lærararnir í fólkaskúlanum kunnu tí vónandi hugsavna seg meiri um tað bókliga, heldur enn at brúka fyrstu mánaðirnar upp á at venja børnini til at vera still og lurta eftir, skrivar Tvøroyrar kommuna.
Meira kann lesast á tvk.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald