- Mín høvuðsuppgáva verður at samskipa málini hjá landsstýrinum og tryggja at tey verða framd. Skulu vit røkka góðum úrslitum, verður neyðugt at samansjóða okkara sjónarmið og samstarva væl, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í sambandi við at fyrsti landsstýrisfundurin hjá nýggja landsstýrinum varð hildin í Tinganesi fyrrapartin.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum hava áður verið í landsstýrinum.
Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna við almannamálum og Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við vinnu- og umhvørvismálum, royna seg fyri fyrstu ferð í landsstýrinum.
Landsstýrisfundur verður aftur í komandi viku.
(Mynd: Løgmansskrivstovan)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald