Fyri fyrstu ferð er hildin fundur millum eitt føroyskt landsstýrisfólk og bretska ráðharran við verjumálum.
Tað hendi á fundi í London í vikuni, tá Høgni Hoydal, landsstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálum hitti bretska verjumálaráðharran, Timothy Minto, ið er aðalborin og hvørs fulla navn er Timothy Elliot-Murray-Kynynmound, 7th Earl of Minto.
Uttanríkis- og verjumálaráðið skrivar, at ráðharrarnir vóru á einum máli um, at tað er natúrligt at menna samstarvið á verjuøkinum millum Føroyar og Bretland sum sameindar grannir, og at grundarlag fyri einum munagóðum samstarvið millum Føroyar og Bretland á verjupolitiska økinum.
Til dømis hava flogfør og skip hjá bretsku verjuni seinnu árini alsamt oftari vitjað í Føroyum, umframt at samstarvsmøguleikar eru um lofteftirlit og um nettrygd.
Leo Doherty og Høgni Hoydal
Tættari bond við Bretland
Høgni Hoydal hevur eisini hitt Leo Docherty, bretska evropamálaráðharran, á vitjan síni í London. Tað hendi í gjár, har teir samdust um, Føroyar og Bretland skulu knýta tættari bond.
Ráðharrarnir umrøddu ítøkiligar avbjóðingar í fríhandilssáttmálanum millum londini. Harumframt umrøddu teir yvirskipað, hvussu samstarvið kann mennast á øðrum økjum, eitt nú innan grøna orkuskiftið, talgilding, ferðasambond, útbúgving og gransking, og tá ið ræður um trygd og verju.
- Í einum heimi í broyting hevur tað stóran týdning at styrkja samstarvið við sameind grannalond. Tí hevur Bretland høga raðfesting í landsstýrinum, og eg eri fegin um jaliga bretska áhugan fyri at menna samstarvið við Føroyar. Vit mugu áhaldandi menna makaleysu søguligu og vinnuligu sambondini millum Føroyar og Bretland, sigur Høgni Hoydal landsstýrismaður, sambært heimasíðuni hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald