Hvussu kunnu vit í Føroyum skapa nýggjar vinnur og virðisøking í verandi vinnu? Fyri at vælferðarsamfelagið skal megna at halda núverandi støði og væl tað í nógv ár fram? Hettar fara vit at seta fokus á til FAROEXPO ráðstevnuna Vinna & Vælferð í Løkshøll í Runavík 26. oktober.
Fyrsti fyrilestrarhaldarin sum vit kunna avdúka er Sveinn Margeirsson, doktari í ídnaðarverkfrøði. Og fer hann at tosa út frá yvirskriftini "Innovation i værdikæden af fisk - hvad skal der til?". Sveinn fer at koma við dømum úr Íslandi og aðrastaðni í heiminum, um hvat skal til, fyri at stuðla undir og skapa virðisøking innan virðisketuna av fiskatilfeinginum.
Næsti fyrilestrarhaldarin verður kunngjørdur 20. august, men longu nú ber til at tekna teg til ráðstevnuna á www.faroexpo.fo.
Pallborðskjak við politisku formonnunum
Pallborð verður eftir fyrilestrarnar, har formennirnir í fýra teimum størstu politisku flokkunum, skulu svara, hvat teir ætla við Føroyum, og okkum sum búgva her, tá ið tað snýr seg um vinnu og varðveitan av vælferðarsamfelagnum. Uni Holm Johannesen verður orðstýrari.
Ráðstevnu luttakararnir fáa sjálvsagt høvi at luttaka í kjakinum.
- Faroexpo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald