Robert Petersen, fyrsti professarin í Grønlandi, er deyður, 93 ára gamal.
Hann andaðist í gjár á Odense Universitetshospital eftir stytri sjúkralegu, skrivar Sermitsiaq.
Robert Petersen er stovnari av universitetinum í Grønlandi, Ilisimatusarfik, har hann var rektari frá 1987 til 1995. Eisini gjørdist hann fyrsti granskari við inuit-bakgrund at granska altjóða.
Robert Petersen varð føddur í vesturgrønlendska býnum Maniitsoq í 1928. Hann varð útbúgvin lærari í Grønlandi í 1948, og nøkur ár seinni tók hann eisini danska læraraútbúgving. Seinni fekk hann universitetsprógv frá universitetinum í Keypmannahvan, og í 1975 gjørdist hann professari í eskimologi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald