
Loyvt er at skjóta haru frá 2. november og til ov við 31. desember.
Frágreiðingin hjá Eyðfinni Magnussen, lektara á Náttúruvísindadeildini hjá Fróðskaparsetrinum sigur, at 9.562 harur vóru skrársettar at vera skotnar í fjør.
Kanningin byggir á tøl frá tilsamans 1.044 harutúrum í 391 hagapørtum kring landið.
Teir raskastu at skjóta haru í 2020 vóru teir, sum skutu í "Dalhagi - Eystaripartur" í Vestmanna, har fongurin var tilsamans 190 harur á trimum túrum.
Teimum á baki vóru teir, ið skutu í í Kvíggjarhamarshaga í Saksun, har teir fingu 180 harur á 10 túrum.
Á triðja plássi vóru teir í haganum "Botnar" í Funningi, har veiðan taldi 175 harur á 8 túrum.
Les eisini: Ikki stórur áhugi fyri haruhøgum í Vestmanna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald