Mentan

Fyrsti kvinnufilmur úr Saudiarabia í Filmsfelagnum

Mikudagin 8. juli sýnir Filmsfelagið filmin ”Maryam - The Perfect Candidate” – Annika Olsen fer at innleiða sýningina

Haifaa Al Mansour (f.1974) er fyrsti kvinnuligi filmsleikstjóri í Saudiarabia

Haifaa Al Mansour (f.1974) er fyrsti kvinnuligi filmsleikstjóri í Saudiarabia

2020-06-26 08:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Haifaa Al Mansour, ið er fyrsti kvinnuligi filmsleikstjóri í Saudiarabia hevur gjøt spælifilmin ”Maryam - The Perfect Candidate”. Tað er tann filmurin, sum Filmsfelagið vísur mikudagin 8. Juli.

Haifaa Al Mansour hevur lisið bókmentir í Kairo og film í Sydney.

Evnið, ið er arabiska nútíðarkvinnan móti eini aldargamlari patriarkalskari hevd, sást eisini í sýriska heimildarfilminum ”The Cave”, sum Filmsfelagið vísti 4. mars í ár, tá læknin, Haifa Awad, innleiddi. 

[object Object]

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, fer at innleiða sýningina við nýggja saudiarabiska filminum ”Maryam – The Perfect Candidate”.

Meira um filmin sæst á Facebook-síðuni hjá Filmsfelagnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder