Uttanlands

Fyrsti litti borgarstjórin í New York deyður

David Dinkins gjørdist 93 ára gamal

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-11-24 08:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tann fyrsti og higartil einasti litti maður, sum hevur verið borgarstjóri í New York, David Dinkins, er deyður, 93 ára gamal.

David Dinkins, sum var útbúgvin løgfrøðingur, var borgarstjóri í størsta býnum í USA frá 1990 til 1993.

Fyri einum góðum mánaði síðani misti hann konuna, Joyce Dinkins, sum doyði 89 ára gomul.

David Dinkins gjørdist borgarstjóri í 1990 eftir Ed Kock. Í 1993 varð hann avloystur av Rudy Giuliani, sum í dag er persónligur advokatur hjá Donald Trump.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder