Uttanlands

Fyrsti miðil yvir 100 milliónir fylgjarar á Instagram

National Geographic breyt markið

2019-02-20 19:14 Author image
Ari av Rana
placeholder

National Geographic hevur nú fleiri enn 100 milliónir fylgjarar á sosiala miðlinum Instagram.

Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at ein miðil brýtur ta gylta markið, sum 100 milliónir fylgjarar ofta verður kallað.

National Geographic er ein altjóða miðil um náttúruvísindi. National Geographic Society gevur eisini út blað, sum verður útgivið í 28 londum á 25 ymiskum málum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder