
Fiskastykkið Yviri við Strond gerst nú livandi aftur. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari í dag, í samband við at arbeiðið at umvæla og skipa fiskastykkið Yviri við Strond er nú komið so langt áleiðis, at fyrsti partur kann takast í brúk.
Tað var fyri løtu síðani, klokkan ellivu, at hesin fyrsti parturin av Fiskastykkinum upp fyri almenninginum.
- Hetta fiskastykki, sum Johannes í Stórustovu virkaði á frá seinast í 1920unum/fyrst í 1930unum til síðst í 1930unum, er helst einasta heila fiskastykki, sum er eftir í Havnini, og verður tað nú gjørt atkomuligt fyri almenninginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald