Uttanlands

Fyrsti persónur avrættaður í sambandi við mótmæli í Iran

Ein maður varð avrættaður hósmorgunin fyri at hava tikið lut í mótmælunum, sum hava verið í Iran seinastu mánaðirnar

Teheran, Iran (Mynd: EPA)

Teheran, Iran (Mynd: EPA)

2022-12-08 11:43 Author image
Alda Nielsdóttir

Í morgun varð ein maður í Iran avrættaður fyri at hava luttikið í mótmælunum, sum hava verið í landinum seinastu mánaðirnar.

Maðurin varð avrættaður, tí hann hevði blokerað ein veg og stungið ein trygdarvørð í økslina.

Sambært Ritzau er talan um fyrstu avrættingina í sambandi við mótmælini, sum almenningurin veit um.

Í minsta lagi 300 mótmælisfólk eru eisini dripin av iranskum trygdarliðum, tá samanbrestir hava verið undir mótmælunum, sigur ST.

Fleiri aðrir persónar eru eisini dømdir til deyða í sambandi við mótmælini. Týsdagin varð eitt nú boðað frá, at fimm persónar afturat høvdu fingið ein deyðadóm, og sambært mannarættindafelagsskapinum Amnesty International, er ætlanin at døma í minsta lagi 21 til deyða.

Síðan miðskeiðis í september hava stór mótmæli verið í Iran, eftir at 22 ára gamla kvinnan, Mahsa Amini doyði eftir at hon varð handtikin, tí hennara hijab (turriklæði) sambært myndugleikunum ikki fjaldi hár hennara nóg væl.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald