Tá SpaceX rúmdarverkætlanin hjá Elon Musk í nátt sendi upp enn eina rakett út í rúmdina, var hetta fyrstu ferð nakrantíð, at eitt mannað rúmdarfar varð sent avstað uttan ein útlærdan astronaut umborð.
Væleydnaða útskjótingin fór fram á Kennady Space Center hjá Nasa í Florida.
Tað er 38 ára gamli ríkmaðurin, Jared Isaacman, sum fíggjar túrin, ið hevur fingið heitið Inspiration4. Einki verður sagt um, hvat verkætlanin kostar.
Isaacman er sjálvur við á túrinum. Við sær hevur hann trý onnur: Heyley Arceneaux, sum er læknalesandi, Chris Sembrosk, sum fyrr hevur starvast í amerikanska flogvápninum, og Sian Proctor, ið er professari í jarðfrøði.
Komandi trý samdøgrini eru tey í ringrás um jørðina í rúmdarhylkinum Dragon, har tey skulu gera ymsar royndir. Men tey fáa eisini høvi at njóta útsýni yvir jørðina gjøgnum rútarnar í rúmdarhylkinum, skrivar CNN.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald