Uttanlands

Fyrsti sitandi amerikanski forsetin at vitja Norðurkorea

Trump bjóðaði Kim Jong-un at vitja seg í Hvítu Húsunum, eftir at teir saman fóru yvirum markið til Norðurkorea

Donald Trump og Kim Jong-un heilsa uppá hvønnannan á avvápnaða økinum millum Norðurkorea og Suðurkorea (Mynd: EPA)

Donald Trump og Kim Jong-un heilsa uppá hvønnannan á avvápnaða økinum millum Norðurkorea og Suðurkorea (Mynd: EPA)

2019-06-30 10:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Donald Trump gjørdist fyrsti sitandi amerikanski forsetin at vitja Norðurkorea.

Hetta hendi sunnumorgunin føroyska tíð, tá teir báðir leiðararnir hittust á avvápnaða økinum millum Norður- og Suðurkorea og tóku í hondina á hvørjumøðrum, skrivar DR.

Trump kom til Suðurkorea í gjár fyri at tosa við suðurkoreanska forsetan, Moon Jae-in, eftir at hava luttikið á G20-toppfundinum í Osaka í Japan, og tað var í hesum sambandi, at hann gjørdi avtalu um at hitta Kim Jong-un á markinum.

- Tað er gott at síggja teg aftur. Eg roknaði ikki við at hitta teg her, segði Kim Jong-un við Donald Trump, tá teir saman gingu yvirum markið til Norðurkorea.

- Trump forseti er fyrsti amerikanski forsetin, ið vitjar land okkara. Hetta vísir ein vilja til at gera upp við fortíðarinnar vreiði og til at lata upp fyri einari nýggjari framtíð, segði norðurkoreanski leiðarin.

Donald Trump svaraði aftur við at bjóða honum beinleiðis inn í Hvítu Húsini.

- Eg bjóði Kim Jong-un inn (í Hvítu Húsini, red.) beint nú. At ganga yvirmum hetta markið var ein stórur heiður, segði amerikanski forsetin.

Hetta er triðju ferð, at Donald Trump og Kim Jong-un hittast.

[object Object]
Mynd: EPA

- Hevði sambandið okkara millum ikki verið so gott, hevði tað ikki verið gjørligt at fáa hetta í lag, segði Kim Jong-un við Trump á tíðindafundi aftaná.

Hóast Trump er fyrsti sitandi amerikanski forsetin at vitja Norðurkorea, hava tveir fyrrverandi forsetar eisini vitjað landið. Jimmy Carter vitjaði tvær ferðir - í 1994 og 2010, og Bill Clinton vitjaði í 2009.

Fundurin millum teir báðar í økinum millum Norður- og Suðurkorea gevur vón um, at USA og Norðurkorea kunnu taka samráðingarnar uppaftur um kjarnorkuavtaluna, tey áður hava roynt at fingið í lag.

Endamálið við avtaluni er ein fullkomin kjarnorkuavdubbing av landinum, meðan USA skal steðga revsitiltøkini móti Norðurkorea. Hetta skal, sambært amerikonsku ætlanini tryggja endaliga friðin á koreansku hálvoynni.

Donald Trump og Kim Jong-un vórðu samdir um eina avdubbing av koreansku hálvoynni, tá teir hittust á søguliga toppfundinum í Singapore í fjør, men tað gjørdist ongantíð greitt, nær hetta skuldi fremjast.

Seinasta royndin at fáa eina avdubbingaravtalu í lag varð gjørd í Hanoi í Vietnam í februar, men tann fundurin endaði brádliga uttan úrslit.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder