Uttanlands

Fyrsti smittutilburður í Norðurkorea møguliga staðfestur

Ein persónur, sum er undir illgruna fyri at vera smittaður, rýmdi til Suðurkorea fyri trimum árum síðani men kom aftur til landið 19. juli

– Hetta er ein kreppustøða, har tað møguliga er talan um, at óreina virusið er komið til landið, sigur Kim Jong-un, sum innkallaði til kreppufund um málið í gjár (Mynd: EPA)

– Hetta er ein kreppustøða, har tað møguliga er talan um, at óreina virusið er komið til landið, sigur Kim Jong-un, sum innkallaði til kreppufund um málið í gjár (Mynd: EPA)

2020-07-26 14:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú er fyrsti smittutilburður í Norðurkorea møguliga staðfestur.

Tað sigur norðurkoreanska tíðindastovan KCNA.

Persónurin, sum er undir illgruna fyri at vera smittaður, rýmdi til Suðurkorea fyri trimum árum síðani men kom aftur til Norðurkorea í farnu viku.

Koronasmittan hevur herjað í restina av heiminum í eitt gott hálvt ár nú, og tað tykist ósannlíkt, at Norðurkorea skuldi verið sloppið heilt undan smittuni, halda analytikarar. Men sambært BBC hava myndugleikarnir í Norðurkorea higartil víst aftur, at nakar smittutilburður skuldi verið í landinum.

Leygardagin innkallaði norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un til kreppufund, har "ein neyðstøða á markinum í býnum Kaesong" skuldi umrøðast.

Síðani hevur norðurkoreanski leiðarin lýst neyðrættarstøðu og hevur avbyrgt Kaesong.

– Hetta er ein kreppustøða, har tað møguliga er talan um, at óreina virusið er komið til landið, sigur Kim Jong-un sambært KCNA.

Norðurkorea hevur fingið fleiri túsund testkits úr m.a. Russlandi, og mørkini eru nú stongd.

Sambært Ritzau hava túsundatals fólk annars verið í sóttarhaldi í Norðurkorea undir hesari farsóttini, men avmarkingarnar fóru nýliga úr gildi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder