Innanlands

Fyrsti tingfundur í seinasta lagi 14. september

Um 12 dagar skal nývalda løgtingið hava sín fyrsta fund, har nýggjur formansskapur verður valdur

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-09-02 15:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 14. september. Tá er seinasta freist hjá nývalda løgtinginum at hava sín fyrsta fund.

Stýriskipanarlógin sigur nevniliga, at nývalda løgtingið kemur saman klokkan 10 12. yrkadag eftir valdagin, men løgmaður kann bjóða til fundar áðrenn tað.

Á fyrsta fundinum er tað elsti tingmaður, sum situr í formansstólinum, til nýggjur formansskapur er valdur.

Enn er Aksel V. Johannesen løgmaður, og er tað framvegis hann, sum hevur rættin at skipa samgongu, skrivar Kringvarpið. Men leggur hann frá sær, kallar løgtingsformaðurin formenninar í flokkunum til fund og spyr teir, hvør so skal fáa samráðingarrættin.

Dagin eftir løgtingsvalið í 2015 legði táverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen frá sær, og síðani var formansumfar.

Stýriskipanarlógin sigur eisini, at freistin er 10 yrkadagar, frá tí at fráfarandi løgmaður hevur lagt frá sær, til løgtingsformaðurin skal leggja uppskot um løgmansevni fyri løgtingið.

Løgtingið skal síðani atkvøða um uppskotið í seinasta lagi fýra yrkadagar seinni. Um uppskotið fellur, verður aftur formansumfar, og hesa ferð verður freistin fýra dagar.

Hendir tað, at løgtingið fýra ferðir fellir uppskotið um løgmann, skrivar virkandi løgmaður út nýval.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder