USA fær nú nýggja innanríkisráðkvinnu, og talan verður um ein søguligan persón.
Tí Deb Haaland verður fyrsti uppruna amerikanari, sum setir seg í ein ráðharrasess, tá hon fyrsta dagin verður útnevnd til innanríkisráðharra.
Ein meiriluti í amerikanska senatinum góðkendi í gjárkvøldið demokratin Debora Haaland sum ráðkvinnu. Hon hevur verið limur í umboðsfólkatinginum síðan 2019, umboðandi statin New Mexico.
Millum nógvar aðrar uppgávur fær hon myndugleikan yvir friðlondini – reservatini – sum hýsa tilsamans 578 statsgóðkendum uppruna ættarbólkum.
Innanríkisráðið, sum hon kemur at standa á odda fyri, hevur yvir 70.000 fólk í starvi.
Deb Haaland er 60 ára gomul, fødd í Winslow í Arizona.
Hon er av fólkinum, ið kallast Laguna Pueblo, og sum helt til í einum øki nærhendis Albuquerque í New Mexico.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald