Í morgin fara fyrstu farmaskipini við korni helst úr Ukraina, sigur talsfólk hjá turkiska forsetanum, Recep Tayyip Erdogan.
Síðsta arbeiðið við útflutningsleiðunum væntast at vera komið uppá pláss skjótt, og er sannlíkt, at fyrsta skipið kann fara úr havn í morgin. Tað verður í seinasta lagi innan fáar dagar, sigur hann.
Ukraina er millum heimsins størstu kornútflytarar, men síðan russisku innrásina 24. februar hevur Russland blokerað fyri útflutninginum í ukrainsku havnunum.
Men fyri viku síðani gjørdu Russland og Ukraina avtalu við ST um at fáa ferð á útflutningin. Turkiski forsetin hevur verið semingsmaður millum londini.
Sambært Ritzau liggja yvir 20 milliónir tons av korni á goymslum í Ukraina og bíða eftir at verða útflutt til onnur lond, og við nýggju avtaluni er vón um, at vit sleppa undan matvørukreppu í fleiri av teimum londunum, sum vanliga eru bundin av hveiti úr Ukraina.
Russland hevur lovað ikki at leypa á ukrainsku farmaskipini á leiðini gjøgnum Svartahavið, og ST og Turkaland fara at hjálpa við at samskipa útflutningin og halda eyga við, at skipini ikki flyta vápn inn í krígsøkini.
Áðrenn kríggið, sum nú er farið inn í sætta mánað, vóru Ukraina og Russland millum størstu útflytarar av hveiti, og stóðu tey fyri uml. 30 prosent av heimsins útflutningi av hveiti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald