Sunnudagin var hátíðardagur í Eiðis kirkju, tá ið Ida Lykke Kannuberg tók við sum virkandi sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi.
Sóknarpresturin Jonhard Jógvansson er farin í lestrarfarloyvi í tríggjar mánaðir, og hava kirkjuráðini í hesum sambandi kallað Idu sum virkandi sóknarprest teirra. Ida, sum er av Vestursælandi, varð prestvígd til tænastu í Danmark í 2021 og hevur m.a. starvast sum prestur í Diakonissestiftelsen á Frederiksberg.
Tað er altíð serstakt, tá ið prestar taka við, men í hesum føri var talan um kirkjusøgu. Hetta er nevniliga á fyrsta sinni, at bæði kona og maður eru prestar í fólkakirkjuni í Føroyum. Maður Idu, Tummas, er nevniliga kallaður í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi. Hann verður innsettur 16. august í Hvalvíkar kirkju.
Ovi Brim próstur, skipaði hana í embæti.
-
Fyrstu ferð í Føroyum, at bæði maður og kona eru prestar. Ida og Tummas Lykke Kannuberg (Mynd: Fólkakirkjan / Jensjáku Hansen)
-
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald