Innanlands

Fyrstu ferð eitt ferðamannaskip vitjar í Funningi

Ferðafólkini vóru sigld inn á lendingina í Funningi við smærri bátum, og kundu uppliva mangt og hvat í bygdini. Ein væl eydnað cruise-vitjan, sigur Runavíkar Havn

(Mynd: Runavíkar Havn)

(Mynd: Runavíkar Havn)

2022-05-22 00:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fríggjakvøldið kom ferðamannaskipið Ocean Adventurer inn á Funningsfjørð, og hevur ligið fyri akker í nátt. Klokkan hálvgun níggju í morgun vórðu ferðafólkini sigld inn á lendingina í Funningi við skjóttgangandi gummibátum. Ferðafólkini, 80 í tali, eru úr USA, Canada og Australia.

Hetta skrivar Runavíkar Havn á heimasíðuni.

Bygdafólkið í Funningi hevur saman við Visit Runavík og Runavíkar havn fyrireikað vitjanina og skipað fyri alskyns lokalum upplivingum. Millum annað kafé, sølu av minnislutum, sálmasangi í kirkjuni, søguligari framsýning, spákingartúrum í bygdini við ferðaleiðara, føroyskum dansi og gongutúri niðan á Hvíthamar við staðbundnum ferðaleiðara. Sonevndu "Ask me" genturnar hjálptu væl til við at leiðbeina og geva ferðafólkunum skrá og kort yvir bygdina.

Í kirkjuni handaði umboð frá skipinum bygdini eina gávu. Runavíkar havn handaði somuleiðis skipinum ein platt úr føroyskum gróti.

Ein sera væl eydnað vitjan, staðfestir Runavíkar Havn.

- Slíkar vitjanir verða skipaðar eftir einum serstøkum leisti, har høvuðsfyriskipararnir leggja stóran dent á at tryggja sær eitt sosialt burðardygt tiltak, sigur Runavíkar Havn.

Skipið hevur hálað akkerið upp og kósin er sett móti Jan Mayen.

Fleiri myndir síggjast á portofrunavik.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder