Seinastu 40 árini hava Ozzy Osbourne og konan, Sharon Osbourne, hildið jól saman, men so verður ikki í ár.
71 ára gamli rocktónleikarin er nevniliga ov illa fyri til at ferðast í løtuni, og kann hann tí ikki ferðast úr heimi teirra í USA til Onglands, har Sharon Osbourne er stødd í løtuni.
67 ár gamla Sharon Osbourne er í løtuni stødd í Onglandi, har hon spælir við í sangleikinum Nativity! í London.
Sambært B.T., sigur hon, at maður hennara hevur fingið skaða í ryggin, eftir at hann datt um eitt teppi og smekkaði høvdið í songina hjá teimum.
- Læknarnir halda ikki, at hann eigur at seta seg í eitt flogfar, og so dámar honum heldur ikki at flúgva, sigur hon.
Ozzy Osbourne, ið er fyrrverandi forsangari í Black Sabbath, mátti brúka tveir mánaðar uppá endurvenjing fyri at læra at ganga ordiligt aftur, eftir hann var dottin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald