Uttanlands

Fyrstu ferð nakrantíð føroyskur flaggdagur hildin í Skotlandi

Ikki einans kring alt Føroya land varð flaggdagurin hildin hósdagin 25. apríl. Eisini í Skotlandi varð føroyskur flaggdagur hildin.

Fv. Kate Sanderson, sendikvinna í London, Angus Robertson, MSP, Høgni Hoydal, landsstýrismaður, Liam MacArthur MSP og Lord Provost of Edinburgh.

Fv. Kate Sanderson, sendikvinna í London, Angus Robertson, MSP, Høgni Hoydal, landsstýrismaður, Liam MacArthur MSP og Lord Provost of Edinburgh.

2024-04-27 16:52 Author image
Jan Müller
placeholder
-At skipa fyri flaggdegnum her í Edinburg er eitt so mikið gott val, at eg eri bilsin av, at hetta er fyrstu ferð, segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum.

Hann greiddi frá, hvussu flaggið varð vorðið til og fyrstu ferð vundið í húnar hátt umborð á føroyskum fiskiskipi undir seinna heimsbardaga. Hann helt fyri, at flaggið hevði ein ómetaliga stóran týdning fyri Føroyar og føroyingar og nam eisini við samstarvið við Skotland, sum vit fara at nema við í eini komandi grein. 




 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder