Innanlands

Fyrstu fólkini flutt inn

Verkætlanin fevnir um 38 íbúðir, sum allar verða lidnar í 2024

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-10-04 15:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

 Nú eru fyrstu íbúðirnar í stóru byggiverkætlanini á Blómubrekku/Berjabrekku, sum byggivirkið Sp/f Bulur byggir fyri Bústaðir, leigaðar út. Fyri lendisarbeiðinum stendur Sp/f Plan. Palli Gregoriussen, arkitektur, hevur teknað íbúðirnar. Í hesum byggistigi eru 10 íbúðir, har fyrstu leigararnir fluttu inn 1. oktober.

Tilsamans fevnir verkætlanin á Blómubrekku/Berjabrekku um 38 íbúðir, harav tær 12, sum koma at hava innkoyring frá Berjabrekku, verða gjørdar í samstarvi við Almannaverkið og Sinnisbata.

Í hesum fyrsta byggistigi, sum er á ovasta partinum móti Blómubrekku, eru fimm bygningar, har tað í hvørjum bygningin eru tvær íbúðir. Talan er um íbúðir á umleið 110 fermetrar í tveimum hæddum, og eru hesar íbúðirnar millum tær størstu, sum Bústaðir hevur.

Næsta byggistig við 12 íbúðum, sum er tann parturin, sum verður gjørdur í samstarvi við Almannaverkið og Sinnisbata, verður tikin í brúk í næsta ár. Seinastu 16 íbúðirnar, sum verða 50-70 fermetrar til støddar, verða lidnar í 2024.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder