Innanlands

Fyrstu forsagnirnar boða frá ælaveðri á ólavsøku

Enn kann nógv broytast, men veðrið sær ikki út til at blíva so heilt galið ólavsøkuaftan og ólavsøkudag

Tað verður kanska brúk fyri regnskjólinum eina løtu á ólavsøku, men nógv kann broytast til sunnudagin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Tað verður kanska brúk fyri regnskjólinum eina løtu á ólavsøku, men nógv kann broytast til sunnudagin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-07-24 13:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tær eru broyttar nógv seinastu dagarnar, og fara uttan iva at broytast nakað meira sum vit nærkast.

Veðrið á ólavsøku er nakað sum verður nógv tosað um. Í fjør var framúr veður bæði áðrenn og aftaná ólavsøku, men teir báðar dagarnar á ólavsøku var oysandi regn.

Fyrstu forsagnirnar hjá Veðustovu Føroya til ólavsøkuna í ár boða tó frá eitt sindur frægari veðri enn í fjør. Tó kann roknast við regni og ælaveðri onkrar løtur.

Soleiðis sigur Veðurstova Føroya um veðrið á ólavsøku:

Sunnudagur, ólavsøkuaftan
Lot til frískt lot sunnan ella av útsynningi, 3 til 8 m/s, stundum vaksandi til frískan vind, 10 m/s. Skiftandi skýloft, turt fyri tað mesta, tó í støðum okkurt ælið. Hitin 10 til 14 stig.

Mánadagur, ólavsøkudagur
Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin 10 til 13 stig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder