Kavi á jólum er altíð hugnaligt, og helst eru nógv sum ynskja sær eini hvít jól. Enn eru meira enn tvær vikur til jólaaftan, og stór óvissa er í veðurforsagnum so langt fram í tíðina.
Men tá veðurmaðurin Hanus Kjølbro tosaði við Góðan morgun Føroyar fyri løtu síðan, læt hann upp fyri møguleikanum fyri hvítum jólum.
- Eg havi váða mær at fara 14 dagar fram nú. Og tað sær út til at tveir til tríggjar dagar fyri jól fáa vit norðan og kava í nakrar dagar. Og eg vil staðiliga ávara um stóru óvissuna, segði Hanus Kjølbro.
- Eg rokni við at eg komi at angra hetta her, men nú havi eg sagt tað, segði Hanus Kjølbro brosandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald