Tórshavnar býráð samtykti í november í fjør at skipa fyri einari námsfrøðiútbúgving fyri hjálparfólk, ið arbeiða á dagstovnum í Tórshavnar kommunu fyri at lyfta støðið og bøta um starvsfólkatørvin, og 5. februar var fyrsti dagur á skúlabonki hjá 21 hjálparfólkum á dagstovnum í kommununi.
Tey lesa námsfrøði á VIA University College í Viborg í Danmark.
Tey lesandi vóru spent, og væl varð tikið ímóti teimum á stovninum, skrivar Tórshavnar kommuna.
Útbúgvingin er ein professiónsbachelor í námsfrøði, og er skipað sum ein parttíðarútbúgving. Starvsfólkini arbeiða samstundis, sum tey eru námsfrøðilesandi. Tey fáa løn sum vanligt, burtursæð frá døgunum, tá tey eru í skúla. Útbúgvingin tekur 3,5 ár.
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald