Innanlands

Fyrstu randarhúsini við Høganesvegin reist í dag

Randarhúsini eru partur av nýggja býlinginum á longda Høganesvegnum

(Mynd: Nes kommuna)

(Mynd: Nes kommuna)

2022-11-07 19:13 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Við Høganesvegin á Toftum eru fyrstu íbúðirnar nú reistar.

Tað skrivar Nes kommuna á heimasíðuni.

Hendan verkætlanin hjá KBH hevur seks randarhús. Tey eru staðsett í vøkrum náttúruumhvørvi og góðum útsýni yvir Skálafjørðin. Randarhúsini eru partur av nýggja býlinginum í økinum, har Nes kommuna hevur longt Høganesvegin.

Nýtt setahúsaøki er í niðaru síðu av vegnum, meðan ætlanin er at hava randarhús, íbúðir o. l. í ovaru síðuni.

KBH fer í hesi verkætlanini at byggja tvey ymisk húsasløg tveimum hæddum. Hvørt randarhús hevur yvirdekkað bilskýli, tøknirúm, goysmlsu, inngongd/dur, 2 wc, bryggers, stórt rúm til køk/stovu og ávikavist 3 ella 4 kømur.

Haraftuat er ein stór altan/terassa og gott tún bæði í niðaru og ovaru síðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder