
Í dag kom fyrsta sendingin av koppingarevni hjá AstraZeneca til Statens Serum Institut í Danmark, og mánadagin verður koppingarevnið býtt út kring landið.
Hvørki Føroyar ella Grønland fáa tó burturav hesum, sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari.
24.000 skamtar vóru í sendingini, sum Statens Serum Institut fekk í dag, og av tí at talan er um so lítið av koppingarevni verða skamtarnir bert býttir út millum regiónirnar í Danmark.
Í aðru viku verður eisini talan um lítið av koppingarevni, so tá fáa Føroyar og Grønland heldur ikki burturav, sigur landsapotekarin við Portalin.
Á heimasíðuni hjá Statens Serum Institut sæst, hvussu nógv koppingarevni frá teimum ymisku veitarunum (Pfizer/BioNTech, Moderna og AstraZeneca), stovnurin væntar at fáa komandi vikurnar. Miðskeiðis í hesum mánaðinum og fyrst í næsta mánað væntast, at munandi fleiri skamtar frá AstraZeneca koma til Danmarkar.
Enn hevur Landsapotekarin tó ikki fingið at vita, um Føroyar fær nakað frá AstraZeneca komandi vikurnar, men hann fær meira at vita í næstu viku, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald