2020-12-29 15:19

Í kvøld kemur fyrsti kassin við koronuvaksinu til Føroya, og í morgin verða tey fyrstu fólkini koppsett, boðar Heilsumálaráðið frá í dag.
Talan er um ein heilan kassa við 975 skamtum sum koma við flogfari í kvøld, og tey fyrstu, sum verða koppsett, eru heilsustarvsfólk í smittuvanda, eins og tilskilað er í almennu koppingarætlanini.
Koppsett verður á teimum trimum sjúkrahúsunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald