Innanlands

Fyrstu valplakatirnar komnar upp at hanga

Lýsingar vóru at síggja á Portalinum eina lítla løtu aftaná at val varð útskrivað, og nú eru fyrstu valplakatirnar komnar upp

2022-10-08 19:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mette Frederiksen útskrivaði val klokkan 12 mikudagin, og tað gekk ein lítil løta, so var fyrsta vallýsingin at síggja á Portalinum.

Síðani hava fleiri lýsingar verið at sæð á netinum, men nú eru fyrstu valplakatirnar komnar upp. Tað er á stóra vegginum, sum er settur upp í sambandi við at á verður gjørd á Vaglinum, at plakatirnar hanga, og tað eru valevni hjá Tjóðveldi, sum eiga fyrstu valplakatirnar.

Danir og grønlendingar fara á fólkatingsval 1. november, men í Føroyum fara vit á val 31. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder