Uttanlands

Fyrstu valstøðini latið aftur

Í Kentucky og Indiana eru valstøðini júst latin aftur. Roknað verður við at Donald Trump vinnur hesar statirnar

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-11-03 23:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan ellivu føroyska tíð stongdu fyrstu valstøðini í statunum Kentucky og Indiana.

Tað verður roknað við, at Donald Trump vinnur hesar báðar statirnar.

Næstu tímarnar fara úrslitini at koma inn við jøvnum millum bilum, og tað verður helst ikki fyrr enn móti morgni, at ábendingar fáast um hvør fer verður næsti forseti í USA, Biden ella Trump.

538 valmenn eru tilsamans, og sostat skulu 270 valmenn til fyri at fáa meirilutan og vinna valið.

Til ber at fylgja við so hvørt sum úslitini koma inn á dr.dk her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder