
Eysturoyartunnilin verður leygardagin hátíðarhildin við einum braki á miðjum Skálafirði.
Bátar, skrýddir við ljósperum, savnast á fjørðinum klokkan 18 – nakrir teirra fara eisini at fylgja jólaskipinum úr Runavík. Afturúr sær hevur jólaskipið ein sleipaðan flaka, har alt hátíðarfýrverkið er savnað, - eftir ætlan verður alt brent av leygarkvøldið stutt eftir klokkan 18.
Fyrireikararnir vóna, at fleiri bátar leggjast afturat.
Tað eru Runavíkar kommuna og Sjóvar kommuna, sum skipa fyri fýrverkinum á Skálafjørðinum leygardagin.
Ætlanin hevur ongantíð verið, at dagurin, tá ið Eysturoyartunnilin letur upp, bara skuldi fara framvið. Orsakað av íkomnu koronustøðuni vóru fleiri tiltøk fyriskipað, broytt og avlýst, - tó eru nýggj komin undan kavi.
Jólaskipið, jólamenn, jólaperur og jólaprýði seta sín dám á økið. Snotuliga Skótahúsið við Løkin fyrireikar jólacafé, har borðreitt verður við súpan og onkrum leskiligum omaná.
Handlarnir í økinum spíla seg út, og hava opið til klokkan 22.
Í Doktaragrundini í Heiðunum, nærindis Gulasteinsvegi og Heiðavegi, er ein forvitnislig jólaframsýning sett upp. Tríggjar hugnaligar smáttur, skrýddar við bommum, standa á grasfløtuni. Í einari av smáttunum ber til at keypa dónuts og kaffi.
Í Æðuvík er Jólabygdin opin frá klokkan 15-20.
Í Saltangará hava Hildarleir og Anette Sonne sett upp eina forvitnisliga søluframsýning í sýnisgluggunum nærhendis Radiobúðini á Heiðavegi 52.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald