
Leygardagin 20. februar hevði Fysioterapeutfelag Føroya aðalfund í Smæruni, har m.a. nevndarval var á skránni.
Fýra nevndarlimir stóðu fyri vali. Bjartur Thomsen, Sólfríð Skoradal og Ingunn Hansen vórðu afturvald í nevndina, meðan Ingibjørg Matras er nývald í nevndina. Trine Skov Eysturoy og Bárður Jacobsen blivu vald sum tiltakslimir.
Klæmint Isaksen stóð eisin fyri vali, men hann valdi at takka fyri seg á hesum sinni, skrivar Fysioterapeutfelagið í tíðindaskrivi.
– Fysioterapeutfelagið takkar Klæminti fyri innsatsin øll tey mongu árini, hann hevur verið partur av nevndini. Klæmint eigur m.a. stóra æru í nýggja sáttmálanum fyri privatstarvandi, sum bleiv undirskrivaður í januar.
Tey, sum nú eri í nevndini í Fysioterapeutfelag Føroya eru hesi: Augusta Mikkelsen, Hjørleif Niclasen, Jóngerð Biskopstø, Sólfríð Skoradal, Bjartur Thomsen, Ingibjørg Matras og Ingunn Hansen. Harumframt eru Bárður Jacobsen og Trine Skov Eysturoy tiltakslimir.
Nýggja nevndin fer at skipa seg á komandi nevndarfundi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald