G! Festivalurin í Gøtu kunngjørdi í gjár fyrstu nøvnini, sum eru á plakatini til festivalin í summar, sum eftir ætlan verður hildin í døgunum 15. til 17. juli.
Talan er um hesi tíggju nøvnini:
José Gonzáles úr Svøríki
Tessa úr Danmark
Eivør úr Føroyum
Busy P úr Fraklandi
MYD úr Fraklandi
Brimheim úr Føroyum
Auður úr Íslandi
Silvurdrongur úr Føroyum
Ghost Notes úr Føroyum
Raske Drenge úr Føroyum og Belgia
Høvuðsnavnið er nokk 42 ára José Gonzáles úr Göteborg í Svøríki. Navnið er argentinskt. Foreldrini flýddu undan harðrendu hernaðarjuntuni, sum ráddi fyri borgum í suðuramerikanska landinum í 1976, tvey ár áðrenn José varð føddur.
Hann hevur drúgvar royndir frá rokkpallinum í Göteborg, men hevur nú stóra viðgongd sum sangari einsamallur við kassaguittari sínum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald